Neyðhjálparskip rænt

Sjórænarar hava rænt eitt neyðhjálparskip úti fyri somalisku strondini. Eitt skip, sum ST hevur leigað til at flyta neyðhjálparvørur til Somalia, er rænt stutt frá somalisku strondini.

ST-keldur siga, at skipið hevði verið inni í tveimum havnum við 1.800 tonsum av neyðhjálparvørum, men bleiv rænt, tá tað var á veg til Mombassa í Kenya.

Nú ber ST ótta fyri, at sjórænarar fara at gera seg inn á fleiri neyðhjálparskip. Sjórán vóru rættiliga vanlig nærhendis somalisku strondini, men ránið hesaferð er tað fyrsta í fleiri mánaðir.