Neyðhjálp við Scaniu


 

Tá estlendska avloysaraferjan, Scania, fór aftur til Estlands fríggjakvøldið, vóru 25 plattar við klæðum umborð á ferjuni.

Hesi klæði eru neyðhjálp til fólk í eystalondunum, og tey skulu flytast umvegis Estland.

Tað eru Blái Krossur og Sjómansmissiónin, sum hava tikið stig til flutningin av klæðunum.

Scania røkti siglingina um Lorvíksfjørð í tríggjar vikur, og ferjan riggaði stak væl til farleiðina. Nú er Dúgvan farin aftur at sigla millum Klaksvík og Lorvík.