Um allan heim, eisini í Føroyum, lótu myndugleikar, felagsskapir og einstaklingar teimum neyðstøddu eftir flóðalduna í Landssynningsasia hjálp, men nú vísir tað seg, at í summum førum kom neyðhjálpin ikki teimum neyðstøddu til hjálpar.
Í gjár kunngjørdi ríkisgrannskoðarin í Sri Lanka eina frágreiðing um hjálpina, sum landið fekk aftan á flóðalduna. Hann skrivar millum annað, at fólk, sum als ikki vórðu rakt av flóðalduni fingu pengar, meðan fólk, sum mistu hús og heim, fingu ikki eitt oyra.
Sambært ríkisgrannskoðaranum komst hetta av, at landsmyndugleikarnir vóru í iva um, hvussu teir skuldu býta pengarnar, men hann leggur dent á, at talan var ikki um svik ella nakað annað ólógligt.
Grannskoðarin nevnir sum dømi, at í einum føri vórðu 4,5 milliónir krónur býttar ímillum 16.000 húski á srilankisku vesturstrondini, men at í hesum økinum vóru tað bara 599 húski, sum vórðu rakt av flóðalduni.