Sambært norskum fjølmiðlum er støðan tann, at á Sri Lanka standa umleið 500 bingjur við neyðhjálp órørdar á bryggjuni í høvuðsstaðnum Columbo. Í havnabýnum Medan nærheindis hart rakta Banda Aceh økinum í Indonesia standa ikki færri enn 1.500 bingjur órørdar.
Væntandi skjøl og strangar innflutningsreglur
Høvuðsorsøkin við bingjunum á Sri Lanka er tann, at tey neyðugu skjølini ikki eru tøk, seinar mannagongdir hjá pappírsveldinum á oynni, og harafturat hava teir lokalu distributørarnir ilt við at taka sær av øllum vørunum, ið koma sendandi úr øllum hornum av heiminum.
Í Medan í Indonesia eru trupulleikarnir ikki minni. Sum dømi um neyðhjálp, ið ikki er komin fram, tí hon stendur fast á bryggjuni í Medan, verður nevnt ein sending við átta bingjum av drekkivatni, ið var sent úr Avstralia minni enn eina viku, eftir at flóðaldan hevði rakt. Hesar átta bingjurnar við reinum vatni hava staðið á bryggjuni í Medan síðani síðst í januar mánað, tí at Reyði Krossur í Indonesia misti fylgiskjølini burtur, tá ið hjálparfelagsskapurin flutti skrivstovu um sama mundi.
Indonesiskir tollmyndugleikarnir vátta eisini, at okkurt um hálvthundrað akfør, sum skulu hjálpa til bæði við upprudding og at byggja upp aftur í Aceh-landspartinum, framvegis standa á bryggjuni og bíða eftir at fáa innflutningsloyvi.
At tollmyndugleikarnir í Indonesia eru tungir at dansa við, kann ST eisini staðfesta, tá ið felagsskapurin noyddist at brúka ikki færri enn tveir mánaðar upp á at fáa innflutningsloyvi til 14 sjúkrabilar í Indonesia.
Harvið kann staðfestast, at sjálvt um tørvurin á neyðhjálpini er sera stórur, so er ein rúgva av neyðhjálp tøk, um altso eisini neyðug útflýggjanarloyvi og skjøl eisini vóru tøk.
Reyði Krossur í Føroyum kennir einki til trupulleikan
Nærliggjandi er so at spyrja, um øll neyðhjálpin, ið varð send úr Føroyum, liggur í onkrum av bingjunum á bryggjunum í eitt nú Columbo og Medan, men sambært Suna Vinther hjá Reyða Krossi í Føroyum, er hetta lítið sannlíkt.
Suni Vinther sigur seg einki kenna til trupulleikan, og hann er sannførdur um, at øll neyðhjálpin úr Føroyum er komin upp á pláss. Somuleiðis vísir Suni Vinther á, at altjóða Reyði Krossur hevur fólk á staðnum, har neyðhjálpin verður býtt út, og harvið skuldi hjálpin komið út til teirra, ið hava størstan tørv á henni.