Virgar T. Dalsgaard
??????
Fyri góðum tveimum mánaðum síðani royndu teir báðir tjóðveldisprofetarnir Høgni Hoydal og økonomiska faktotum hansara, hagdrongurin Hermann Oskarsson at øsa danir heilt upp í varg við einum pubertilum, destruktivum og desorienterandi vekilsisfundi á Christiansborg. Fyrrnevndi Oskarssonur var í donskum radio sama morgun við grovum og sera ósakligum álopi á danska blokkpeningin. Hetta eru fakta, sjálvt um hesir báðir rædduskítar seinni eru farnir at vaska sær og turka ábyrgdina upp í onnur, eitt nú danskar fjølmiðlar.
Fáar dagar eftir fundin visti harra Høgni Hoydal í samrøðu við A. Bertholdsen á Sosialinum at siga, at hetta fór als ikki at fáa nakrar fylgjur fyri viðurskiftini við Danmark.
Berlingska tíðindi kom tó stutt eftir við ógvisligari grein um, hvussu føroyskir fiskimenn, av bloksins ávum fingu skattalætta og dusaðu sær við ovurhonds lønum. Blokkpeningurin er annars í sínari tíð ætlaður sjúkrahúsum og socialum veitingum, og átti als einki at havt við fiskivinnuna at gera.
Hetta erkvisna temaið var í juli mánaði aftur tikið upp av danska TV 2, og teir høvdu aldri funnið uppá tað,
1)um ikki Høgni fyrst hevði skipað fyri vekilsismøtinum á Christiansborg,
2)og um ikki Hermann var farin í danska radio at gorra,
3)og um ikki greinin við tilfari frá Oskarsson var komin í Berlingaran.
Harra B. Højgaard, journalistur á Berlingaranum sigur seg, sum fyrr nevnt hava skrivað allar sínar greinir við beinleiðis upplýsingum frá Hermanni Oskarsson.
Hvør hevur nú skyldina í, at TV 2 er farið at fáast við hetta málið? Ja, svarið er einfalt - tað eru ikki danskir fjølmiðlar, sum kunnu lastast - teir renna bara tey ørindi, sum Høgni Hoydal og Hermann Oskarsson hava dyrgt eftir og næstan biðið teir um. Tí tað, sum um ræður hjá harra Høgna, er at fáa danir østar politiskt upp móti føroyingum. Ideologiski/og biologiski pápi Høgna, sum er fyrrverandi betongkommunistur og vanur við undirgravandi moldvørpuvirk-semi næstan frá barnsbeini av, hevur sjálvur við politiskum hirðabrævi í síni tíð lagt soninum lag á, hvussu loysingarmenn við vilja skuldu søkja ta permanentu konfrontatiónina, ikki bara við Danmark og danir, men eisini við táverandi løgmannin, Anfinn Kallsberg! Hetta andstyggiliga bræv varð um somu tíð sent einum øðrum kendum meiningafabrikanti í Tjóðveldisflokkinum, nevniliga núverandi sjónvarpsstjóra okkara. Tað er nossligur fjølmiðlastjóri at hava sitandi! So ótrúverdugur og subjektivur tíðindamaður hevði alla aðrastaðni langt síðani verið sparkaður út á streymasjógv!
Høgni hevur á síni fjákutu ráðstevnu vágað sær at sett føroysku vælferðina í vanda og føroysk politisk álvarsmál á donsku politisku dagsskránna og hartil boðið donskum politikarum og fjølmiðlum, so teir fingu høvi til at leggja seg beinleiðis út í føroyskan politikk. Men hann leyp føroyska landsstýrið um. So ynkiligur er hann! Hoydal er næstan líka so neyðarsligur sum Jóannes Patursson, tá ið hann í 1937 fór grátandi til danska kongin, Kristian Tíggjunda og bað hann koma eftir føroyska løgtinginum, tí fólkavaldið ikki vildi boyggja seg fyri høvuðkambalyndi hansara.
? Harra Høgni sáaði vind, og nú heystar hann storm, og tí missir hann nervarnar, stakkalur!
Men tekur hesin samvitskuleysi politiski amatørur nú ábyrgdina av sínum vitleysa spæli við eldin? Nei, nei - tvørturímóti - á sín vanliga feika og fariseiska hátt, so vaskar hann sínar dálkaðu politisku hendur og gevur donskum fjølmiðlum og danska politikaranum, harra Thuesen Dahl skyldina! Men harragud, hava danir og serliga hr. Thuesen Dahl gjørt nakað annað enn júst tað, høgnamenn bóðu um? Kyniskir høgnesarar og hr. Thuesen Dahl draga avgjørt somu línu í hesum skitna máli!
Politiskur pyromanur
Charlatanurin, harra Høgni Hoydal er í løtuni í síni ómansligu støðu ikki frægari enn ein kyniskur pyromanur, sum hevur sett eld á eini stór hús, og sum so, tá ið húsini standa í ljósum loga, og fólk eru við at brenna inni, gongur handa-vríggjandi og hálvgrátandi kring húsini og smádeilir um, at tey, sum inni eru, sjálvi hava sett eld á. Hoydalshyklarin roynir enntá at seta trumf á við at látast vilja sløkkja eldin við kávalótum, og hetta vil hann hava fólk at trúgva, hóast hann enn hevur bæði svávulsdós og avdúkandi benzinklodda í hondini!
Men tað, at harra Høgni við krokodillutárum tætt við sjálvt bálið er tikin við rúkandi svávulspinni í hendi, er ikki nógmikið til at fáa henda forstokkaða falsara av veruleikanum til at viðganga nakað sum helst, nei, nei, - tað eru sum hjá øllum narcissistum og óflýggjaligum óvitum altíð onkur onnur og hini, sum hava skyldina. Har, sum eingin er æran, er heldur eingin skommin!
Millum annað verjir harra Høgni seg við, at danskir fjølmiðlar vita ov lítið um Føroyar - gaman í, - men HVOR hevur ábyrgdina av tí? Eru tað ikki júst høgnamenn, sum eitt nú Sjúrður Skaale og Øssur Winthereig saman við meginpartinum av Hoydalsfamiljuni, sum regluliga troðka seg fram í donskum fjølmiðlum og geva bæði donskum journalistum og vanligum dønum eina fulkomuliga avskeplaða mynd av Føroyum og politiska gerandisdegnum har. Sjálvt tá ið danskir journalistar eru í Føroyum, sleppa teir treyðugt at tosa við onnur enn teir føstu Tordenskjolds soldátarnar, teir frelstu missionerarnar, sum allir eru meira og minni rabiatir loysingarmenn, Danskir tíðindamenn verða loftaðir av høgnamonnum og síðani pakkaðir inn, so eingin ófrelstur sambandsmaður hittir teir. Tað eru nógv dømi um hetta, - tjóðveldisreiðrini í út- og sjónvarpi
Ansa væl eftir, at bara tað fundamentalistiska liðið sleppur framat dønum! Abyrgdin liggur tí fyrst og fremst hjá meiningamonopolinum hjá fullveldismeinigheitini - tað eru avgjørt høgnesisku monopol-menninir innan tíðindaflutning, sum hava bróðurpartin av skylduni av, at donsk media eru so illa orienteraði um føroysk viðurskifti! Men miðlafólkið skulkar sær altíð undan. Tey eru somikið naiv, at tey halda ongantíð, at søgan fer at verða skrivað um teirra ússaliga atburð! Men einki fer heilt undir flag, og nógv eru tey, ið fara at leggja sær væl í geyma!
Høvdu renning undan ábyrgd, veruleikaflýggjan og politiskt handavask verið olympiskir kappingarleikir, høvdu leiðandi tjóðveldismenn nú sum fyrr altíð verið favorittar til at fingið flest gullmedaljur!
Alt hetta óneyðuga rokið kom av barnsliga Christianborgar-fundinum hjá Høgna - og hvat hendi so har? Jú, frú Bodil Nyboe Andersen, nationalbankastjóri helt eina fitta røðu, sum eins væl kundi staðið í bløðunum - har var einki nýtt í. Hon staðfesti bara, hvat flestøll vita, at ein sjálvstøðug føroysk valuta vildi verið óðamannaverk! Ein íslendskur professari fortaldi, at tað hevði verið skilagott at farið upp í EU - hetta kom dáttliga við, og dámdi høgnesarum stak illa, og teir royndu tí fjáltursskotnir heilt at tiga og krógva íslendingin burtur! Astrup, bankastjóri fekk eisini sagt okkurt lítið, sum seinni er nógv misbrúkt, m. a. av SSi! Orðini hjá Oskarsson vóru heilt privat sjónarmið, sum ikki kunnu standa einsamøll, tí tey ikki eru annað enn sjónarmið og avgjørt ikki sakliga undirbygd fakta!
Annars var alt hitt sjáldsama lítið vert - røðurnar vóru banalitetir og tómar almindiligheitir, og sjálvt um tað sjálvandi er stuttligt hjá føroyskum breyðpolitikarum og sera forvitnisligt hjá einum íslendingi at fáa eina ókeypis og avgjørt stuttliga keypmannahavnarferð, er tað ikki nóg mikið grundarlag til politiskt at seta eld á millum londini!
Allarflestu føroyingar duga ikki at síggja nakað upplýsingarvirði í slíkum tiltaki, og teir spyrja tí undrandi, hvat í allari víðu verð handa steinbýtta og innihaldsleysa ráðstevnan skuldi til. Destruktivi Christiansborgarfundurin, sum danir noyddust at finansiera, hevur higartil bert problematiserað og gruggað viðurskiftini við Danmark! Og mundi tað ikki, tá ið saman um kemur, vera tað einasta skammiliga endamálið Um so er, má hetta politiska pyromanarbeiðið hjá konfliktsøkjandi tjóðveldismonnum í Danmark halda uppat, ongantíð ov skjótt! - Teir gera øllum føroyingum fyri skommum við sínum levnaði á Christiansborg!
Hvussu leingi vil føroyska landsstýrið finna seg í, at teir fáa sítt strævna arbeiði beinleiðis saboterað av ábyrgdarleysum politiskum óvitum sum Høgna Hoydal, Sjúrða Skaale og Hermanni Oskarsson? Og hvussu leingi vil meirilutin av føroyska fólkinum finna seg í, at forkelaðir føroyskir politiskir playboys og grønlendskir ditto eru við at innrætta sær ein politiskan grulvigarð á Christiansborg, haðani teir mjólka og mergsúgva danska skattgjaldaran fyri blóðpening til at finansiera sín privata fólkatings-blokk til politiskt spølni og rukkulevnað?
Norðuratlantiski óvitaklubbin hevur snúltað sær til meira enn 700.000 krónur pr. mann um árið út yvir tað, sum ein vanligur danskur fólkatingslimur fær - hetta er stór skomm fyri bæði Grønland og Føroyar!










