Politikkur er kynstrið at finna semjur. Men tað finnast eisini semjur, sum verða gjørdar fyri ein og hvønn prís, og tað tykist, sum er búskaparsemjan kring fiskivinnuna ein av hesum.
Undan seinasta løgtingsvali legði Javnaðarflokkurin eina við, at ein reformur á fiskivinnuøkinum var alneyðugur og eitt av kardinalpunktunum í komandi samgongusamráðingum - legitimiteturin undir CHE-samgonguni. Orð, sum vórðu endurtikin, tá Jóannes Eidesgaard helt einastu løgmansrøðu sína sum stjóri í CHE-samgonguni. Men samstundis orð, ið høvdu hug at tagna, tá ABC-samgongan varð skipað av nýggjum.
Seinastu útmeldingarnar kring bústaðarpakkan peika als ikki á nakran reform á fiskivinnuøkinum. Eitt neyðarsligt uppskot um, at óvanligur vinningur innan fiskivinnuna – les vinningur við sølu av kvotum – skal skattast við 27% merkir í veruleikanum, at skattingin av hesum verður einans 9% hægri, enn hon er hjá partafeløgum annars. Og við eini ætlaðari hækkan av partafelagsskattinum minkar sami munur.
Gaman í er hetta frægari enn einki. Og helst fær hetta onga sum helst ávirkan í 2011, nú troyttir stovnar og lágur marknaðarprísur gera sítt fyri at avmarka talið av kvotuhandlum.
9% í eykaskatti er kanska betri enn einki. Men tað liggur langt frá teimum gerðum, ið kundu flutt fiskiveiðina í nær námind tí, sum av flestu frøðingum verður mett lívfrøðiliga og búskaparliga optimalt.
Umframt at finna semjur er politikkur eisini kynstrið at arbeiða móti størri málum enn degnum í morgin, og her hevur Javnaðarflokkurin kiksað við lít hesaferð.
---------
Sosialurin









