Neyðars rakett

2010 umaftur við Høgna Djurhuus

Var hatta tað? Álvaratos, var hatta alt?

Spurningarnir eru teir somu seinastu dagarnar í hvørjum ári. Og svarið er eisini tað sama hvørt ár. Ja, hatta var tað. Hatta var alt, tíverri. Er nakað replay? Nei. Ber til at broyta nakað? Heldur ikki. Gjørt er gjørt er gjørt.

So fer árið í søguna. Og bara nakrir illa laðaðir ófantaligir varðar standa eftir og minna okkum á, at 2010 var eisini eitt lortaár, alt annað líka, tað kanst tú siga í og fyri seg.

Nú verði eg ongantíð spurdur um slíkt.

Men eg kann so sjálvur skriva, at tvær forsagnir hjá mær blivu so staðfestir í ár. Tá Eik fór at mogga burtur og fjasast við vinnuni, segði eg: hatta fríggjaríið endar ikki væl. Tað er deyðiligt.

Og føroyingar duga ikki hatta við flakavinnu. Tað er enn ein ferð staðfest. Latið útlendingar fáa vinnuna og hvønn stert í føroyskum sjógvi.

Tjúgutíggju gjørdist heldur ikki árið, tá hatta forbrenda demokratiið varð pakkað inn í eitt brandteppi og tveitt í innasta krókin í helviti.

Meðan 800 fólk eru arbeiðsleys viðger tað høga ting, um úthurðin í Rúsuni skal ganga inn ella út.

Realistur, sum eg eri, kundi eg reksað upp alt tað, sum bleiv dilitað í 2010, men so nógvar teigar havi eg ikki. Eg havi tó pláss til niðurstøðuna. Orsøkina til, at so nógv fór út av tromini, tí vit hava ráð til bakkaverju. Hon er púra greið: danskarar hava skyldina. Blame the Dane.

Pláss er heldur ikki til at viðgera kritiskt her allar reformarnar, sum skuldu koma, men ikki komu. Teir vera heldur ikki komnir um eitt ár, so tað kann bíða til tá.

Okkurt jaligt hendi tó í árinum. Eftir samráðingar, sum vardu 50 prosent av árinum kom eitt prosent oman á lønina.

Ein trillrund blonk tíggjukróna afturat hvørjum inflasjónstódnaðum túsundkrónuseðli. Slíkt fløvar, nú veðrið er broytt, og tað er vorðið kaldari.

Meira fløvar tó jólaheilsanin frá landsstýrismanninum í reallønarskerjing. Enn eina ferð vístu lønartrælirnir, sum tey einastu, samfelagssinni.

Samfelagssinni upp á breyð. Hvussu smakkar tað? Fakfeløgini settu samfelagið fremst, fram um limirnar.

Og fleiri bilar eru keyptir. Tað er tað sama sum at lívsgrundarlagið hjá føroyingum er styrkt í 2010.

Og hóast føroysk børn ikki læra føroyskt í yvirtikna føroyska skúlanum - tey hava føroyskt - so duga tey føroysku í níggjunda flokki betur føroyskt enn javnaldrarnir í Dubei og Rumenia. Tað sigur Pisa. Føroysk pisa, sum ikki dugur føroyskt.

Hvør hevur skyldina? Lærararnir, foreldrini, pedagogarnir, høga rentan hjá bankunum, jólagávurnar hjá almennu starvsfólkunum (afturat tí eina prosentinum brutto)? Nei, sjálvandi ikki. Danskararnir, danskararnir hava skyldina.

Hetta var heldur ikki árið, tá vit fingu nýggjan tjóðsang í staðin fyri náttúrunasjonalromantiska sálmin.

Eg bíði framvegis eftir at drýpa høvur, meðan “Góða mamma, tað var ikki eg, danskararnir teir fírdu meg....” rungar.

The land of Poor Explanations.

Og í 2010 eru framvegis fólk, sum halda, at kundaráðgevarnir hjá bankunum hava aðrar kundar enn bankan.

Nýggjárslyfti tími eg heldur ikki at hugsa um í ár. Men næsta ár um hesa tíðina verður nógv heit luft í kuldanum og sortanum. Tí tá vera bara tríggjar vikur til val. Valevni plagdu at duga hatta har við lyftum. Onkur fer at lova gull og grønar tuborg á bensinstøðunum, onkur annar vælferð, onkur hálvthundrað metrar at svimja skjótt í, onkur, at pensjónsreformurin kemur, áðrenn reformurin røkkur pensjónsaldrinum.

Eg sigi ikki, at eg ikki eina stutta veika pseudooptimistiska løtu nýggjársnátt í allari glæmuni og øllum buldrinum og rakettstjørnunum vænti mær okkurt gott av nýggja árinum. Líka til eg síggi neyðrakettirnar. Tá rakni eg við aftur. Nei, her er einki í væntu. Neyðars rakett.

Tíðin gongur skjótt, skjótari enn nakað annað í Føroyum. Tíðin fer ongantíð aftur í nevnd. Tíðin er ikki ein tilgongd. Tíðin steðgar ikki í einum arbeiðsbólki, hon hvørvur ikki í einari skuffu. Tíðin stirðnar ikki sum klakin í ánni, nú veðurlagsbroytingar gera veðrið kaldari.

Einki eldist so skjótt sum árið. Longu seinasta dagin í árinum eitur árið gamlaárið.

Men harragud, 2010 var bara 31 milliónir og 536.000 sekund.

Og tað var altso alt. Og einki annað enn tað.

Og tel hóvliga upp í 31.536.000 og hygga síggj, so er 2011 eisini farið uttan nakað.