Bjørk Tróndheim, 15 ár
-----------
Í skúlum verður stórur dentur lagdur á at næmingar læra mál og støddfrøði.
So stórur dentur verður lagdur á tað bókliga, at alt tað kreativa verður skumpað til viks, hóast tær lærugreinirnar eru júst líka umráðandi.
Tær listaligu lærugreinirnar verða ikki virdar á sama stig sum tað bókliga.
Ikki hava vit dans, drama, list og tónleik sum høvuðsgrein.
Hví ikki?
Eingin skúli í heiminum hevur t.d. dans sum eina høvuðsgrein.
Sir Ken Robinson, ein bretskur rithøvundur og røðari, sigur frá einum práti hann hevði við Gillian Lynne, ein heimskend dansarinna og koreografur.
Hon sigur, at tá hon gekk í skúla, var hon vónleys. Hon órógvaði onnur og lat ikki uppgávur inn til tíðina. So ein dagin ringdi lærarin til mammuna og segði, at hann helt hana hava lærutrupulleikar.
Tær fóru so báar, mamman og Gillian, til læknan. Eftir at hava tosað ein góða løtu, koyrir læknin útvarpið frá og fer út við mammuni. Læknin biður mammuna bert hyggja at dóttruni. Gillian hevði reist seg upp og var byrjað at dansa til tónleikin.
"Dóttur tín er ikki sjúk, hon er ein dansari."
Gillian bleiv síðan koyrd í ein dansiskúla, og í dag er hon heimskend og hevur gjørt koreografin til t.d. Cats og Phantom of the Opera.
Hví skulu næmingar verða noyddir einans at styrkja ta bókligu síðuna, tá teirra styrki er í tí kreativu síðuni? Hví ikki styrkja báðar síðir.
Eg hevði, í royndu og veru, gleðiliga verið longri í skúla, um tað hevði gjørt, at eg eisini hevði kunna styrkt mína kreativu síðu.
Vit fáa at vita at hetta er rætt og at hatta er skeivt, at okkurt skal gerast so og so. Alt verður eitt sindur svart og hvítt. Hvussu skulu vit næmingar tora betur at gera feilir, tá alt skal vera rætt?
Eg fari í song hvørt kvøld við teimum tonkunum, at í morgin skal eg aftur í skúla, áh nei... Og tá eg vakni er tað einki betur.?Hóast tað liggur væl fyri hjá mær við karakterum, merkir tað ikki at mær dámar væl skúlan.?Um eg skal siga tað við reinum falsloysi, so hati eg at ganga í skúla.
Mær dámar væl at læra, og eg eri glað fyri at skúlar læra, men eg haldi skipanina vera vánaliga, og eg skilji ikki hví teir, eftir so mong ár brúka ta somu skipanina.
Eg elski tónleik, list, dans, sjónleik, men tað sleppi eg ikki at læra um í skúlanum.
Um skúlar eru her, so næmingar kunnu fáa eina góða framtíð, hví kunnu vit so ikki sleppa at læra tað, ið vit vilja læra um og hava áhuga í?