Seinastu vikurnar hava fakfeløgini hjá sjúkrarøktarfrøðingum og almanna- og heilsurøktarfrøðingum rópt varskó um arbeiðsumstøðurnar á Landssjúkrahúsinum, sum tey siga eru ótolandi.
Tey, sum veruliga líða, tá starvsfólkini á Landssjúkrahúsunum ikki fáa umstøður at gera sítt arbeiði nøktandi, eru ivaleyst sjúklingarnir. Rúna F. Holm hevur pápa, sum liggur á E3, og hon er skelkað um støðuna. Hon skilir ikki, at nøgdsemiskanningin vísti nøgdar sjúklingar.
- Eg kundi hugsa mær at vita, hvat tað eru fyri fólk, sum hava svarað hasum spurningunum. Men eg skilji væl, at Landssjúkrahúsið liggur sum nummar trý, tí tað er jú aftast, tá vit ikki hava fleiri enn trý sjúkrahús, sigur hon. Pápi hennara varð innlagdur í november, og síðani hevur hon havt sína dagligu gongd á Landssjúkrahúsinum. Viðhvørt er hon har fleiri ferðir um dagin, og um jólini var hon har næstan í døgndrift.
Stakkals sjúkrasystrar
- Har eru so lítið av fólki at taka sær av sjúklingunum, at tað er undir alt lágmark og átaluvert. Sum avvarandi mást tú brúka hvønn minutt tú hevur at vera hjá tí, sum tú eigur kærast her á jørð, tí tú sært, hvussu lítla tíð starvsfólkini hava til sjúklingin, sigur Rúna, sum tekur synd í sjúkrasystrunum.
- Tað eru tvær sjúkrasystrar til 10 røktarsjúklingar, og tað kemur enntá fyri, at tað bert er ein á vakt. Eg taki so inniliga synd í teimum, tí tær klára ikki meira enn tað, sum tær gera. Tær renna, tuska og stríðast fyri at gera alt væl, men náa ikki helvtina av tí, sum tær eru settar til, tí tær eru so illa mannaðar, tað er bara so syndarligt at síggja.
Hon hevur eisini eina kenslu av, at sjúkrasystrarnar støðast ikki. Nógvar eru bara fyribils ella hoyra til onkra aðra deild, og tá hon spyr, er ringt at fáa svar.
- Svarið tú fært við at spyrja um sjúklingin, er »nei eg veit ikki, eg eri bara fyribils, men skal spyrja onkran annan«. Og biður tú um hjálp, so er svarið, »eg komi, tá vit hava tíð ella um eina løtu«. Og tann løtan er long, ja hon kann gott varða ein til hálvannan tíma. Tú mást bara brynja teg við toli, tí tað als ikki eru nokk fólk til allar sjúklingarnar, sigur Rúna, sum mangan hevur bíðað eftir at fáa hjálp at fáa ússaliga pápa sín í song ella á wc. Sjálvt máltíðirnar eru ikki til tíðina.
- Og so sær mann øll hesu fólkini, sum bara verða sett í ein stól og versogóð, sit har til tú skalt í song. Starvsfólkið hevur ikki tíð at seta seg niður at geva teimum at eta, tosa við tey, vera um tey ella bara sita har hjá teimum og hjúkla um tey. Og hetta er ikki bara gomul senil fólk, men eisini ung í besta aldri, sum sum skilja, hvat gongur fyri seg, men fáa einki gjørt.
Rúna leggur tó dent á, at hon ikki ynskir at seta niður á sjúkrasystrarnar, tí tær eru umskyltar. Tær gera sítt besta og hava eitt herðaklapp uppiborið fyri tað.
Bíða mitt í umvælingum
Pápi Rúnu varð innlagdur í november við nógvari høvuðpínu og var sera illa fyri. Hann varð lagdur í stovu, har umvælingararbeiðið fór fram beint niðri undir.
- Og so søgdu tey, at hann skuldi hava frið!
Rúna Holm er sera ørkymla um umstøðurnar, har pápin varð rullaður til røntgenina gjøgnum eitt dustrok av sementi.
- Eg haldi virkuliga ikki, at man kann bjóða fólki slíkt, sigur hon avgjørd.
Hinvegin skilur hon væl, at húsini verða umvæld, tí stórir partar eru niðurslitnir við bæði gjóstri og lekum. Men hon undrast yvir at sjúklingar skulu liggja mitt í umvælingunum.
- Hví ikki senda okkara sjúklingar til Klaksvíkar ella Tvøroyri, har pláss er fyri teimum. Og har tey hava fólk til at taka sær av teimum, á sama hátt sum næstan hvør barnakona verður send til Havnar at eiga í dag?
- Babba hevði eisini fingið tíð at koma í skannaran, men bíðitíðin at sleppa framat var tveir mánaðir, og tá var skaðin longu hendur. Hann hevði gjørt vart við seg mánaðir áðrenn og sagt, at hann hevði so ilt í høvdinum, men har varð ongin skanning gjørd.
Ikki fyrr enn pápin hevði fingið blóðpropp í høvdið og lá púra avlamin, slapp hann framat, og nú stendur dóttirin spyrjandi, um ikki okkurt kundi verið gjørt, áðrenn tað varð so ógvusligt og álvarsligt, sum tað gjørdist.
- Tað er ikki til at halda út at bíða so leingi, og tá tú so hevur bíðað í tveir mánaðir ella meira, ja, so um tey ikki siga, nei nú er skannarin í ólagi í dag. Tit hoyra aftur.
Hvussu ber tað, til at føroyingar finna seg í slíkum, spyr Rúna og staðfestir, at vit eru alt ov tolin og góð av okkum. Vit lata standa til og sova víðari, sigur hon. Hon kennir tó eisini fleiri, sum senda síni avvarðandi niður til viðgerð, tí tey ikki vilja útseta tey fyri teim umstøðum og viðferð, sum Landssjúkrahúsið hevur at bjóða.
Óvirðiligt og mannminkandi
Rúna F. Holm skilir væl, at sjúkrasystrar og heilsurøktarar átala støðuna, tí hon er so út av lagi vánalig. Hon sigur, at tað hevur verið sera hart at vera vitni til, at eitt menniskja, sum hevur klárað seg sjálvan alt sítt lív, og sum hevur forsyrgt sær sjálvum og familjuni, nú ikki bara er avlamin og hjálparleysur, men eisini fær slíka mannminkandi viðferð.
- Tá sjúkrasystrarnar hava so nógv at gera, so hendir tað meira enn so, at ein sjúklingur, sum vil sleppa á wc, fær sum aftursvar, at hon hevur ov nógv at gera, men tú hevur eisini blæðu, so tað er einki hastverk. Hví skulu fólk finna seg í slíkum, undrar Rúna seg.
- Eg, mamma og systkini fara frá babba við grátandi hjørtum, tí vit vita ikki, um nakar hyggur inn til hann ella tekur sær av honum, áðrenn onkur í familjuni kemur aftur. Og tað er meira enn so komið fyri, at hann liggur í pissi, og at alt er dýggjvátt frá ovast til niðast.
Rúna F. Holm eftirlýsir eisini betri umstøður til uppafturvenjing, tí sum nú er eru hvørki fólk ella umstøður til at koma fyri seg aftur. Hon hevði ynskt, at tað var ein deild burturav, sum tók sær av slíkum. Tí, sum hon sigur, tað skuldi verið bíligari í síðsta enda at fingið fólkini frísk aftur í staðin fyri, at tey framhaldandi eru bundin at sjúkrahúsinum.
- Nei, eg skilji als ikki, at vit finna okkum í hesum. Og eg skilji als ikki, at einki verður gjørt. Hví fær sjúkrahúsið ikki ta játtan, sum skal til fyri, at sjúklingar kunnu kenna seg væl. Tey vera jú ikki innløgd til stuttleika ella tí tey sjálvi ynskja tað. Og tey hava virkuliga meira uppiborið enn verandi umstøður, sigur Rúna F. Holm óð.
- Nei, Gud veit, at eg klári ikki at síggja upp á hetta óskilið, sum gongur fyri seg á Landssjúkrahúsinum, at sjúklingar og starvsfólk á sjúkrahúsinum ikki vera meira vird av teimum, sum umsita hetta øki, og sum stýra her á landi, sigur Rúna F. Holm, ið hevur valt at leggja sína stúran alment fram fyri at fáa politikarar at vakna í hesum valstríðsdøgum.