Í eini yvirlýsing mótmæla føroysku arbeiðarafeløgini nú, at so nógvur ótilvirkaður fiskur fer av landinum, tí hetta er sambært teimum ein beinleiðis orsøk til vaksandi arbeiðsloysi.
"Sum støðan er nú, so verða arbeiðspláss útflutt úr Føroyum saman við fiskinum, tí tann fiskur, sum sjálvsagt skuldi verið tilvirkaður og góðskaður her heima, verður fluttur uttanlands, har hann skapar arbeiði til túsundtals arbeiðsfólk", stendur m.a. at lesa í áheitanini.
Talan hevur leingi verið um ein trupulleika viðvíkjandi keypi og sølu av fiski í Føroyum, og ein nevnd arbeiðir í løtuni við eini loysn á sonevndu proformasølunum, sum viðgjørdar eru seinni í greinini.
Einki uppskot
Men forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelagi, Ingeborg Vinther, hevur einki ítøkiligt uppskot um, hvat kundi verið gjørt at betra um viðurskiftini, og hon vil ikki útdýpa nakað av tí, sum stendur í áheitanini. Sostatt eru arbeiðarafeløgini hóast neyðarrópi ikki eitt íkast til kjakið um sølu og keypi av fiski í Føroyum.
- Tað er uppgáva politikarans at loysa trupulleikan og skaðiligu samfelagsligu avleiðingarnar av, at so nógvur ótilvirkaður fiskur fer av landinum. Arbeiðsloysið er vaksandi, vit útflyta nógv arbeiðspláss hvønn dag, og hesum mótmæla vit, sigur Ingeborg Vinther, sum ikki vil koma nærri inn á, hvørja ítøkiliga loysn arbeiðarafeløgini síggja fyri sær.
Ingeborg Vinther sigur, at áheitanin er sent øllum tí politiska myndugleikanum, fyrst og fremst Føroya Landsstýri, tí tað eru teir, sum eru valdir til at loysa slíkar trupulleikar.
Tungt hjá ALS
Beinharði fakfelagsleiðarin úr Vági sigur seg stúra fyri, hvussu leingi ALS-kassin megnar at halda fram at halda neyðini burtur frá durunum hjá vaksandi arbeiðsleysa skaranum í Føroyum.
- Vit vita jú øll, at arbeiðsloysisstuðulin (ALS) bert er ein avmarkað neyðloysn, og tað gerst tyngri og tyngri við vaksandi arbeiðsloysinum. Um gongdin heldur fram, m.a. orsakað av ótilvirkaða fiskinum, sum fer av landinum, verður tað skjótt tungt hjá ALS-kassanum, sigur Ingeborg.
Hon vísir á, at øll Suðuroyggin er í andaleypi, og at líknandi eyðkenni eru at síggja aðrastaðni í landinum.
Tímalønin eingin orsøk
Serfrøðingar hava víst á, at høga tímalønin hjá arbeiðarastættini er orsøkin til, at so mong virki liggja still í Føroyum í dag. Vaksandi tímalønin hevur sambært eitt nú stjóranum í Føroya Sparikassa skaða kappingarførið hjá virkjunum so mikið, at tey ikki megna at keypa fiskin fyri tann minstaprís, reiðararnir áseta, og so verður farið t.d. til Skotlands at selja fyri størri vinning. Tímalønirnar eru sum kunnugt farnar upp við støði í arbeiðaraverkføllunum seinnu árini, og spurd, um tey ikki sjálvi partvís hava skuld í støðuni, er Ingeborg greið.
- Tað ereinki minni enn vanvirðandi og mannminkandi at geva lægst lønta arbeiðaraflokkinum skuldina fyri, at so nógvur ótilvirkaður fiskur fer av landinum, og at arbeiðsloysið veksur. At tímalønin skal vera orsøkin til vánaliga kappingarførið, er ein bílig undanførsla, sigur Ingeborg.
Nýhugsan
Spurd, hvat hon so metir vera orsøkina til trupulleikan, eftirlýsir fakfelagsforkvinnan eina hugburðsbroyting.
- Okkum tørvar nýhugsan og árræði frá politiskari síðu at taka neyðugu stigini til at forða fyri, at ogn Føroya fólks - fiskurin - verður tikin úr hondum okkara og latin øðrum samfeløgum. Politikararnir eru valdir til júst at loysa slíkar trupulleikar, men teir lata standa til, og tað góðtaka vit ikki, sigur Ingeborg Vinther.
Proformasølur
Í longri tíð hevur talan verið um dúgligt kjak millum Føroya Arbeiðsgevarafelag, føroyskar framleiðarar, Reiðarafelagið og Ráfiskaseljarafelagið um keyp og sølu av fiski í Føroyum, og serliga hevur kjakið gingið fyri seg í Dimmalætting.
Sambært lógini skulu minst 75% av fiskinum bjóðast út í Føroyum við endamálinum at forða fyri, at so nógvur ótilvirkaður fiskur fer av landinum, men í praksis fer tann størsti parturin av ogn Føroya fólks, fiskurin, ótilvirkaður av landinum og skapar arbeiðspláss uttanlanda, meðan føroysk virki liggja still.
Ein orsøk, sum Arbeiðsgevarafelagið og føroyskir framleiðarar hava víst á, er, at fiskurin verður bjóðaður út í Føroyum fyri ein prís, sum eingi føroysk virki megna at keypa fyri, og mangan er talan um sama keypara og seljara. Hetta verður gjørt, tí avreiðingarprísirnir í t.d. Skotlandi eru hægri. Mangan er fiskurin á veg til onnur lond, í somu løtu sum hann verður bjóðaður út í Føroyum, og hetta tykist vera ein tigandi, kartell líknandi samtykt í føroysku fiskivinnuni, har endamálið við lógini um vinnuligan fiskiskap als ikki verður nátt. Fyri at fáa ein betri prís hava reiðarar og skiparar funnið hol i lógini, og hetta eru tær sonevndu proformasølurnar.
Marknaðarkreftirnar
Sambært t.d. Arbeiðsgevarafelagnum er útbjóðingin í Føroyum bert eitt útflutningsloyvi, tí útbjóðingin verður tillagað soleiðis, at einki føroyskt virki er ført fyri at keypa. Hetta er sjálvsagt ein útgáva av søguni, sum t.d. Jákup Sólstein og Árni Joensen umboðandi ávikavist Reiðarafelagið og Ráfiskakeyparafelagið ikki brýggja seg um. Teir siga, at um føroysku keypararnir bjóða nóg høgan prís, fer ikki ein stertur av landinum, og at seljarin sjálvandi fer hagar, vinningurin er størstur við støði í marknaðakreftunum, antin í Føroyum ella uttanlanda. Allir tykjast tó verða samdir um, at støðan ikki er nøktandi.
Aðrastaðni í blaðnum sigur Bjørn Kalsø, fiskimálaráðharri, at ein nevnd arbeiðir við trupulleikanum, og at ein loysn vónandi kemur í heyst.