Kappróður
Týsdagin fara tvær føroyskar bátsmanningar við flogfarinum til Danmarkar, haðani leiðin umvegis Ongland gongur til Scilly-oyggjarnar, har árliga kappingin í gig-róðri verður hildin.
Seinnu árini hava føroyskir bátar verið fastir luttakarar í kappingini, og kom hetta í lag við fyrst sponsorpengum frá Amarada Hess, og síðani við pengum, sum the Faroese Partnership hevur latið róðrarsambandinum.
Góð úrslit
Serliga er tað í kvinnuróðrinum, at føroysku bátarnir hava fingið góð úrslit. Fyrru ferð Jarnbardur tók lut í kappingini, gjørdist talan um eitt fimta pláss, og í fjør gjørdust tær besti báturin í B-bólkinum.
Í ár verður tað Páll Fangi úr Klaksvík, sum skal umboða Føroyar, og hóast tær ikki vilja siga, at tær skulu standa seg eins væl sum Jarnbardur, so hava tær í Klaksvík lagt nógv fyri í venjingunum.
- Vit byrjaðu at venja longu í september, men fyrstu mánaðirnar var talan ikki um so harða venjing. Einamest varð hetta gjørt, so vit kundu halda okkum í gongd, sigur Solby A. Eliasen, sum er bátsformaður á Páll Fanga.
Eftir at tær høvdu tosað við Róðrarsambandið og manningina á Havnarbátinum varð greitt, at Brendan so ikki skuldi til Havnar fyrr enn í mars mánaði, og í oktober varð báturin so fluttur til Klaksvíkar.
- Kanska vandu vit ikki so øgiliga nógv at byrja við, men síðani januar hava vit vant við fullari ferð. Fram til februar vóru vit í bátinum hvønn dag, sum tað viðraði, og síðani hava vit havt bátin aðru hvørja viku, sigur Solby.
Farnar at troyttast
Tá vant verður somikið leingi ? at kalla uttan íhald ? er sjálvsagt, at hugurin ikki alla tíðina er eins góður, og Solby viðgongur eisini, at tær gleða seg, til hetta er liðugt.
- Nú hava vit bara tvey venjingarkvøld eftir, áðrenn vit fara avstað, og so kunnu vit aftur fara at hugsa um vanliga róðurin. Vit hava jú nógv at verja her heima, eftir góða árið í fjør, og tað í sjálvum sær verður nóg trupult, sigur hon.
Hóast tað soleiðis kann ljóða, sum um tær á Páll Fanga ikki hava so góðar vónir, so tykist hetta tó ikki at gera seg galdandi.
- Tað er kanska torført at meta um, hvussu vit kunnu standa okkum. Úrslitið hjá Jarnbardi var ótrúliga flott í fyrraárið, og vit hava ikki sett okkum nakað mál í so máta, men klára vit at rógva seinasta róðurin í A-bólkinum, so haldi eg, at vit eiga at vera væl nøgdar, sigur Solby at enda.
Róðurin á Scilly er skipaður soleiðis, at róð verður í fýra umførum. Fyrsta umfarið, har teinurin er 3.200 metrar, rógva allir bátarnir saman. Síðani verður býtt upp í bólkar við 12 bátum í hvørjum, og tveir teir næstu róðrarnar ber til at flyta upp og niður ímillum hesar.
Fjórði róðurin er so hin avgerandi, og eru tað soleiðis bara teir 12 bátarnir, sum tá eru í A-bólkinum, sum hava møguleika at vinna kappingina.