NewWorldSon eru komnir

Framstormandi amerikanski funkbólkurin NweWorldSon kom við flogfarinum til Føroya í kvøld klokkan 21.30. Framstormandi amerikanski funkbólkurin NewWorldSon kom við flogfarinum til Føroya í kvøld klokkan 21.30. Eftir at hava ferðast í eitt samdøgur skulu teir nú løða upp til eina sera forvitnisliga konsert hóskvøldið.

 

Ljóða sum Ray Charles og Stevie Wonder

Um stílurin hjá NewWorldSon skal lýsast, so er nokk rættast at kalla stílin jazz-pop í nútíðarhami. Kanska eitt sindur sum Jamie Cullum og neogospeltónleikurin hjá Mike Farris. Eisini kann stílurin samanberast við Soultónleikin hjá Stevie Wonder, R&B rokkin hjá Spencer Davis og Ray Charles í sínum ungu døgum.

 

Stuttligir

NewWorldSon eru 4 orginalir harrar frá Niagra Falls, og eru helst nakrir av bestu tónleikarum, ið hava sett fótin á klettarnar. Teir eru sera stuttligir í sínari framførslu og røkka út um pallin sum fáur.

 

T.O.S.

NewWorldSon fara á pallin hóskvøldið klokkan 20.00 í nýggja konsertsalinum, Nebo á Toftum. Nebo er ein nýggjur salur við sera framkomnari ljóðútgerð og tí hava fyrireikararnir valt at royna henda konsertsal. Ein av fremstu og mest róstu nýggju føroysku bólkunum, T.O.S., fara eisini at framføra á konsertini og lova teir nógv nýtt og spennandi tilfar.

 

Sambært fyrireikarunum fáast atgongumerki á www.gjamma.com og við dyrnar ein tíma undan konsertina.