Newtown AFC skal møta "Harbour Football Club"

Í Newtown í Wales haldi tey seg hava funnið útav hvat Havnar Bóltfelag merkir

Í Newtown halda tey, at tey skulu møta "Harbour Footbal Club"

Í Newtown halda tey, at tey skulu møta "Harbour Footbal Club"

Eins og vit royna at finna útav ymiskum um mótstøðuliðini hjá KÍ, Víkingi, HB og B36 í teimum evropeisku felagsliðskappingunum. So royna tey sum skulu møta okkara liðum at finna útav ymiskum um okkara lið.

 

Í Newtown í Wales hava tey uttan iva brúkt Microsoft Translate nú føroyskt er tøkt á skipanini. Tey hava fingið tað til, at teirra mótstøðulið, Havnar Bóltfelag merkir "Harbour Football Club", ið má sigast at vera rættiliga kostiligt. 

 

Tað vera uttan iva nógvar slíkar spennandi umsetingar av føroyskum nøvnum og orðum framyvir.

 

Fyri at halda okkum til tað meira ítróttarliga, so fer Newtown 25. juni at spæla ein venjingardyst móti Linfield í Norðurírlandi, sum eina fyrireiking til dystirnar móti HB. 

 

Annars høvdu amerikumenn eitt bumbuflogfar í sínari tíð, ið æt B-36, men einki frættist um, at nakað bland er komið í har. 

 

 

 

Í Newtown halda tey, at tey skulu møta "Harbour Footbal Club"

Í Newtown halda tey, at tey skulu møta "Harbour Footbal Club"