Newcastle yvirhálað Tottenham

Við einum 3-0 sigri á Stoke hevur Newcastle í dag lagt hald á fjórða og seinasta Champions League plássið í Premier League. Arsenal og Chelsea spældu málleysan javnleik, meðan Tottenham tapti fyri Queens Park Rangers.

 

Newcastle hevur alt kappingarárið ligið framvið fjórða plássinum. Nú hava teir yvirtikið tað frá Tottenham, sum í vetur var mett sum eitt lið, ið kundi bjóða av í meistaraheitsstríðnum. Newcastle vann í dag ein tryggan 3-0 sigur á Stoke. Yohan Cabaye skoraði tvey, meðan Papiss Demba Cissé skoraði eitt. Báðir eru komnir til felagið í hesum kappingarárinum og hava staðið seg væl.

 

Tað hoyrur tó við til søguna, at vinnur Chelsea Champions League, so fellur fjórða og seinasta Champions League plássið til Chelsea, meðan Newcastle, um teir enda á fjórða plássi, sleppa at spæla í Europa League.

 

Í London vóru tvær grannauppgerðir. Á Emirates leikvøllinum spældu Arsenal og Chelsea ein málleysan javnleik. Bæði liðini høvdu onkrar møguleikar at vinna dystin, men sum heild var talan um ein lítið hendingaríkan dyst.

 

Í kvøld tók so QPR ímóti Tottenham. Einsamalla málið í dystinum skoraði fyrrverandi Tottenham bóltsnillingurin, Adel Taarabt, sum skoraði upp á beinleiðis fríspark. Brad Friedel, sum í dag setti met við at spæla dyst nummar 300 upp í slag í Premier League, skuldi helst havt bjargað frísparkinum.

 

Premier League:

 

Arsenal – Chelsea 0-0

Aston Villa – Sunderland 0-0

Blackburn – Norwich 2-0

Bolton – Swansea 1-1

Fulham – Wigan 2-1

Newcastle – Stoke 3-0

QPR – Tottenham 1-0