Newcastle vil hava Wayne Rooney

Newcastle var um reppið at keypa Wayne Rooney í 2004, men í evstu løtu kom Manchester United í vegin og fór avstað við framherjanum. Nú ger Newcastle enn eina roynd sambært bretskari heimasíðu.

 

Tað er heimasíðan SportDirect News, sum veit at siga, at Newcastle hevur verið í samband við umboðsmannin hjá Wayne Rooney, men at felagið ikki hevur lagt alment boð inn enn.

 

Sport Direct er ein handilsketa, sum selur ítróttarkleðir. Tað er Mike Ashley, sum eigur handilsketina. Hann er somuleiðis eigari av fótbóltsfelagnum Newcastle. SportsDirect News er ein ítróttartíðindasíða, sum er tengd at Sport Direct fyritøkuni. Tí hava tíðindini eisini fingið bein at ganga á.

 

27 ára gamli Wayne Rooney hevur á øðrum sinni sum spælari hjá Manchester United boðað frá, at hann ynskir at skifta felag. Manchester United hevur fyribils noktað at selt hann, men spurningurin er eisini hvussu leingi Manchester United tímir at hava ein ónøgdan mann í hópinum.

 

Newcastle royndi í 2004 at keypa Wayne Rooney, men blivu yvirhálaðir av Manchester United, sum fór avstað við enska landsliðsspælaranum. Nú gera teir eftir øllum at døma eina roynd afturat. Bayern Munchen, PSG og Chelsea eru eisini nevnd sum feløg, ið hava víst Wayne Rooney áhuga.