Newcastle til sølu

Trýstið á Mike Ashley, sum eigur Newcastle United, hevur verið stórt, og tað gjørdist ikki minni, tá teir svørt/hvítu um vikuskiftið taptu 2-1 móti Hull á heimavølli. Ashley hevur átt felagið síðani 2007, men nú vil hann selja. – Mær hevur altíð dámt at tikið børnini hjá mær við til dyst, men tað kann eg illa í løtuni, tí eisini tey merkja ágangin móti mær. Og tí vil eg ikki longur stuðla felagnum fíggjarliga, sigur Ashley í tíðindaskrivi. Mike Ashley keypti Newcastle United fyri 1,25 milliard fyri 15 mánaðum síðani.