Her var AZ nógv betra liðið, og teir løgdu Newcastle undir trýst frá byrjan av. Longu eftir 13 minuttum legði Shota Arveladze AZ á odda, og 10 minuttir eftir steðgin økti Danny Koevermans til 2-0. Í síðstu minuttunum var AZ nærri við at økja til 3-0, enn Newcastle var við at minka um munin, og m.a. hevði Arveladze eitt skot á tvørtræið. Við 2-0 sigrinum hevur AZ Alkmaar tryggjað sær víðari luttøku í UEFA-kappingini orsaka av regluni um flest skoraði mál á útivølli.