Newcastle stjól eitt stig á Old Trafford

Manchester United trýsti og trýsti, men megnaði ikki skora avgerandi málið móti Newcastle, sum eisini fekk ein mann útvístan. Chelsea og Tottenham vunnu og nærkast nú Manchester United, sum kendu seg snýttar í dag.

 

Manchester United hevur vunnið seinastu tríggjar dystirnar í Premier League við einum máli móti ongum. Tað skuldu teir kanska eisini havt gjørt í dag, men eitt ivasamt brotsspark gav Newcastle møguleikan at stjala annað stigið.

 

Javier Hernandez legði Manchester United á odda stutt inn í seinna hálvleik, eftir at Wayne Rooney royndi seg við skoti. Fyrrverandi Southampton miðvallarin, Matthew Le Tissier, segði á Sky Sports at talan var um eitt heldur heppi mál.

 

Løtu seinni var hepni tó ikki við Sir Alex Ferguson og hansara monnum, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki til Newcastle. Matthew Le Tissier segði at talan var als ikki um brotsspark, tí Manchester United verjuleikarin, Rio Ferdinand, fekk bara bóltin, tá hann taklaði Newcastle leikara. Demba Ba skoraði trygt upp á brotssparkið.

 

Tíggju minuttir fyri tíð fekk Newcastle leikarin, Jonas Gutierrez, sítt seinna gula kort og varð tí útvístur. Hóast Manchester United trýsti Newcastle í botn, so megnaðu teir ikki at skora avgerandi málið.

 

Tottenham eltir nú Manchester United á øðrum plássi. London felagið vann 3-1 á útivølli móti WBA. Emmanuel Adebayor skoraði annan dystin á rað tvey mál fyri Tottenham, meðan Jermain Defoe skoraði triðja málið.

 

Chelsea vann ein kærkomnan sigur á Wolverhampton á Stamford Bridge. John Terry, Daniel Sturridge og Juan Mata skoraðu málini í 3-0 sigrinum. Fernando Torres byrjaði aftur á bonkinum.

 

Manchester United hevur 30 stig á øðrum plássi fyri 13 dystir, meðan Manchester City hevur 34 stig og Tottenham 28 stig á ávíkavist fyrsta og triðja plássi. Newcastle er nummar fýra og Chelsea nummar fimm.

 

Premier League í dag:

 

Stoke – Blackburn 3-1

Bolton – Everton 0-2

Chelsea – Wolves 3-0

Manchester United – Newcastle 1-1

Norwich – QPR 2-1

Sunderland – Wigan 1-2

WBA – Tottenham 1-3

 

Arsenal – Fulham 17:30