Newcastle sigur JA til met boð

*Nýtt:

 

Liverpool heimasíðan boðar í stuttum frá, at Liverpool hevur fingið lov at samráðast við Newcastle framherjan, Andy Carroll, sum í hesu løtu er á veg til Liverpool til eina læknakanning.

 

Tað hendir eftir, at Andy Carroll lat inn eina sokallaða flytingar-umbøn til Newcastle, eins og Fernando Torres gjørdi, tá hann gjørdi Liverpool greitt, at hann vildi til Chelsea.

 

Nýtt*

 

Charlie Adam skiftur eisini til Liverpool. Blackpool hava ikki vilja selt liðskiparin, men eitt boð upp á yvir 100 milliónir hava gjørt, at Charlie Adam nú er áveg til Liverpool til læknakanning.

 

Tað eru góðir seks tímar til flytingarvindeygað letur aftur og í løtuni hendir nógv. Prísurin fyri Fernando Torres sigst liggja um 440 milliónir krónur, sum er bretskt met, meðan Liverpool keypir Andy Carroll fyri áleið 305 milliónir krónur.

 

Flestu ítróttarskrivarnir í Onglandi meta, at 305 milliónir krónur er ov nógv fyri 22-ára gamla Newcastle framherjan, ið hevur spælt ein landsdyst fyri Ongland.

 

Birmingham hevur sum væntað leigað Obafeme Martins frá Ruben Kazan, meðan Stephen Ireland ikki kláraði læknakanningina í Newcastle og verður tí verandi í Aston Villa restina av kappingarárinum. Steve Bruce, venjari hjá Sunderland, váttaði fyri SkySports fyri løtu síðan, at Sully Muntari verður Sunderland leikari áðrenn á midnátt.

 

Blackpool hevur skrivað sáttmála við Andy Reid. Spurningurin er nú um tað er sum avloysari fyri Charlie Adam, sum Aston Villa, Liverpool og nú Manchester United eru áhugaði í.