Newcastle nærkast Champions League

Premier League: Newcastle vann í Liverpool og nærkast nú av álvara Champions League

Tríggir teir seinastu dystirnir í 33. umfari í Premier League vóru í gjár. Newcastle vann 4-1 á Everton og nærkast Champions League fótbólti, Manchester United tveitti eina 2-0 leiðslu fyri borð móti Tottenham, meðan AFC Bournemouth vann á botnproppinum Southampton.

 

Newcastle hevur ikki verið í Champions League síðani fyrst í 00 unum, men nú er líkt at nýrríka felagið aftur verður at síggja í kappingini um stóru oyruni. Newcastle vann farna vikuskiftið 6-1 á kappingarneytunum úr Tottenham, og í gjár vann Newcastle 4-1 á kreppurakta Everton.

 

Manchester United hevur eisini kós móti Champions League fótbólti, eftir eitt ár í Europa League. Manchester United var á odda 2-0 móti Tottenham, men tað endaði við einum 2-2 javnleiki, sum gevur eitt nú Tottenham ein lítlan møguleika at droyma um 4. plássið.

 

Í botninum var niðurflytingardystur millum Southampton og AFC Bournemouth. Her vunnu gestirnir 1-0 og hava leitað sær vekk frá niðurflytingarstrikuni. Hinvegin sær einki út hjá Southampton, sum liggur niðast.

 

27.04Tottenham2:2Manchester Utd
27.04Southampton0:1Bournemouth
27.04Everton1:4Newcastle
26.04Manchester City4:1Arsenal
26.04West Ham1:2Liverpool
26.04Chelsea0:2Brentford
26.04Nottingham F.3:1Brighton
25.04Leeds1:1Leicester
25.04Aston Villa1:0Fulham
25.04Wolves2:0Crystal Palace
1Arsenal33236478:3875
2Manchester City31234482:2973
3Newcastle321711458:2662
4Manchester Utd31186748:3960
5Tottenham331661160:5354
6Aston Villa331661146:4154
7Liverpool32158961:3953
8Brighton30147955:4049
9Brentford331114850:4347
10Fulham321361344:4345
11Chelsea321091330:3539
12Crystal Palace339101431:4237
13Wolves331071629:4437
14Bournemouth331061732:6336
15West Ham32971634:4334
16Leeds33791742:6330
17Nottingham F.33791729:6030
18Leicester33852044:5729
19Everton336101725:5028
20Southampton33662127:5724