Newcastle manglar framherjar

Felagið hjá Jóan Símuni Edmundsson hevur trupult við at manna álopið, nú Leon Best er skaddur restina av hesum kappingarárinum. Newcastle seldi í evstu løtu áðrenn flytingarvindeygað lat aftur, Andy Carroll til Liverpool. Í fyrstu atløgu varð ongin keyptur í hansara stað, men nakrar vikur seinni skrivaði Newcastle sáttmála við Shefki Kuqi úr Finnlandi.

 

Nú er Leon Best, ið hevur verið at kalla fastur maður síðani Andy Carroll varð seldur, skaddur og skal skurðviðgerast. Hann verður ikki tøkur aftur í ár. Í seinasta heimadystinum móti Wolverhampton avloysti danin, Peter Løvenkrands, hann í álopinum. Í sama dystinum fekk Shane Ferguson Premier League debut. Hann er vinstri bakk og hevur spælt nógv saman við Jóan Símuni á eykaliðnum.

 

Nú skrivar ChronicleLive.co.uk, at ein annar liðfelagi hjá Jóan Símuni á eykaliðnum helst eisini fær debut áðrenn hetta kappingarárið er av. Talan er um framherjan Phil Airey, sum restina av kappingarárinum skal venja við besta liðnum.

 

Tað hevur enn ikki eydnast Jóan Símuni, at sleppa framat á besta liðnum hjá Newcastle. Hann varð ikki partur av hópinum, sum týsdagin spældi 1-1 móti West Bromwich Albion, tí hann hevur ein lítlan skaða, men verður helst tøkur skjótt. Og so mugu vit bara vóna, at Jóan Símun eisini sleppur framat ein av seinastu dystinum hjá Newcastle í ár.