Glenn Roeder hevur ongantíð av álvara sligið til í Newcastle, síðan hann í fjør tók við venjarasessin eftir Graeme Souness. Liðið liggur í løtuni á 13. plássi í Premier League, og hetta hevur fingið venjaran at siga seg sjálvan úr starvinum.
Sambært enskum bløðum er tað næstan fyri vist, at tann júst fráfarandi Bolton-venjarin, Sam Allardyce, verður nýggjur venjari hjá Newcastle.










