Nýggjasta fjepparafelagið í Føroyum er fjepparafelagið hjá norðurenska stórfelagnum, Newcastle United. Tað er bert ein mánaður síðani, at føroysku fjeppararnir hjá Newcastle valdu at gera eitt fjepparafelagið, men longu nú hava teir tikið næsta stigið.
Fjepparafelagið hevur, líka síðani tað bleiv sett á stovn, arbeitt við at fáa eina heimasíðu upp at koyra, og nú er heimasíðan so endiliga liðug.
Heimasíðan hjá Newcastle Føroyum er at finna á www.newcastle.fo, og har kemur m.a. at vera bæði bloggur, kjak og tíðindi um felagið og enskan fótbólt.
Leggjast kann afturat, at fjepparar hjá Newcastle hava ætlanir um at fara til St. James? Park í November at hyggja eftir dysti í millum Newcastle og Liverpool.










