Í gjár lat flytingarvindeygað í Evropa aftur og samanlagt bleiv keypt fyri næstan 3 milliardir krónur. Ein triðing av teimum brúkti nýríka Newcastle, sum er keypt royalu familjuni í Saudiarabia, ið keypti heilar fimm spælarar í januar.
Tað byrjaði við enska høgra bakkinum hjá Atletico Madrid, Kieran Trippier, síðani kom Chris Wood frá niðurflytingarkappingarneytunum Burnley. Samlaði prísurin var um 300 milliónir krónur.
Eftir hetta arbeiddi Newcastle hart upp á fleiri flytingar. Serliga Jesse Lingard hjá Manchester United, men tað bleiv ikki til tað. Hinvegin, so eydnaðist at keypa brasilska landsliðsspælaran Bruno Guimaraes frá franska Lyon fyri yvir 300 milliónir. Tekniski miðvallarin er evnaríkur, men viðmerkjarar seta spurnartekin við, um hann passar til eitt Premier League niðurflytingarstríð.
Afturat teimum er Dan Burn komin úr Brighton. Hann er miðverji, men hevur ikki verið millum teir drúgvastu hjá Brighton. Tað eydnaðist eisini at leiga vinstra bakkin Matt Target úr Aston Villa. Samanlagt keypti Newcastle fyri 826 milliónir krónur.
Tað verður mett, at hini Premier League feløgini illa vilja selja til Newcastle, tí felagið er keypt av einum stati. Tí hevur tað ikki eydnast Newcastle, at keypa so nógvar úr Premier League, sum ætlað. Newcastle liggur enn undir niðurflytingarstrikuni.











