Newcastle aftur flutt niður

Sunderland sent Newcastle og Norwich niður

Tríggir dystir hava verið í Premier League í dag. Stóra søgan er, at Newcastle og Norwich eru endaliga flutt niður saman við Aston Villa, meðan Sunderland við sigri hevur tryggjað sær plássið í deildini.

 

Sunderland vann í kvøld lættan 3-0 sigur á Everton, sum einki hevur at spæla fyri.Við sigrinum kemur Sunderland upp á 38 stig og eitt pláss røttu megin niðurflytingarstrikuna. Tað eru fýra fleiri enn Newcastle og Norwich, sum liggja undir niðurflytingarstrikuni, nú eitt umfar er eftir.

 

Norwich vann eisini í kvøld, men 4-2 sigurin á Watford er til einkis, tí Sunderland vann sín dyst. Á Anfield spældi Liverpool og Chelsea javnleiki 1-1. Eden Hazard legði Chelsea á odda, meðan Christian Benteke javnaði. 

 

Hetta er aðru ferð upp á fá ár, at Newcastle er flutt niður.