Amerikanska blaðið The New York Times brúkti í gjár forsíðuna upp á at gera vart við, at amerikanska vápnalógin má broytast.
Hetta ger blaðið í kjalarvørrinum av fleiri skottilburðum og hópdrápum í Amerika.
Blaðstjórin á The New York Times, Arthur Sulzberger Jr, sigur, at hetta er fyrstu ferð síðani 1920 at blaðið nýtir forsíðuna í eini slíkari herferð.
– Hetta er fyri at vísa okkara sterku og sjónligu staðfesting av ørkymlan og ótta um manglandi vilja hjá landi okkara at koma pláguni við skotvápnum til lívs, sigur Arthur Sulzberger Jr.