Stór útlendsk bløð eru nú farin at venda eyguni ímóti føroyska grindadrápinum. New York Times er eisini komið upp í leikin og vísir videoupptøkur av grindadrápi í Sandágerði. Tað er ein bloggari á internetútgávuni av New York Times, sum greiðir lesarum hjá kenda blaðnum frá grindadrápinum í Føroyum.
Skrivað verður millum annað, at tey flestu kenna til drápið av delfinum í Japan, men at tað er meira ókent, at føroyingar drepa grindahvalir.
Á New York Times er eisini løgd ein videofíla av grindadrápi í Sandágerði.
Greinin kann lesast her:
dotearth.blogs.nytimes.com/2010/07/30/varied-views-of-bloody-coves/