New York slapp betur enn væntað

Tann tropiska ódnin Irene gjørdi ikki so stóran skaða í New York, sum myndugleikarnir bóru ótta fyri. Joseph Bruno, sum stendur á odda fyri tilbúgvingini í býnum, sigur við CNN, at býurin slapp væl, og borgarstjórin, Michael Bloomberg, kunngjørdi fyrr í kvøld, at nú kundu fólk fara heimaftur.

Veðrið var ringt í New York seinnapartin, men veðurmenninir siga, at Irene er viknað, og at meðalvindferðin nú er 27 metrar um sekundið og minkandi.

Miðdepilin í Irene er í kvøld yvir statinum Connecticut á veg ímóti Kanada.