New York letur floghavnir aftur

Einki flogfar sleppur at seta seg í trimum teimum størstu floghavnunum í New York, nú ódnin Irene nærkast býnum. Myndugleikarnir hava gjørt av, at einki flogfar sleppur at seta seg í floghavnunum LaGiardia, Newark ella John F. Kenedy frá klokkan fýra seinnapartin í dag okkara tíð. Hinvegin sleppa øll flogfør á flog haðani.

Borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, hevur givið boð um, at fólk, sum búgva á láglendinum í býnum, skulu flytast burtur, tí vandi er fyri, at ódnarveðrið kann elva til vatnflóð. Sambært New York Times er talan um eini 370.000 fólk.

Harafturat hava teir kommunalu myndugleikarnir gjørt av at steingja undirgrundarbreytina, áðrenn ódnin brestur á. Talan er um 468 tokstøðir, og hetta er fyrstu ferð í søguni, at øll undirgrundarbreytin verður stongd, skrivar Reuters.