New York fyrireikar seg til Sandy

Tann tropiska ódnin Sandy nærkast amerikonsku strondini, og halda forsagnirnar hjá veðurmonnunum, kemur ódnin til stórbýin New York í morgin. Har taka myndugleikarnir sær eingi óráð fyri, og tí hava 375.000 fólk fingið boð um at leita sær skjól.

Samstundis hava myndugleikarnir kunngjørt, at allar undirgrundarbreytirnar lata aftur klokkan sjey í kvøld lokala tíð, og tá steðgar øll buss- og tokferðsla í býnum. Fólk hava fingið at vita, at sambandið verður neyvan tikið uppaftur fyrr enn 12 tímar aftaná, at ódnin er hasað av. Loftferðslan verður eisini darvað. Longu nú eru fleiri hundrað flogferðir til og úr New York avlýstar

Guvernørurin í New York, Andrew Como, ávarar fólk ímóti at undirmeta Sandy. Hann hevur givið tilbúgvingini boð um at fyrireika seg til tað ringasta, tí veðurmenninir siga, at vil illa til, kann Sandy gerast eitt tað ringasta ódnarveðrið har um vegir í mong ár. Onkur forsøgn bendir tó á, at Sandy verður nakað syðri enn fyrr menn, og at New York tí kanska ikki verður so meint raktur.

Sandy hevur longu kravt 66 mannalív í londunum í Karibiska Havinum.