Í nógv ár hava vit her í Føroyum staðið og hugsað um, hvussu vakrar tær stjørnurnar uttan úr heimi eru. Nú verður kanska ikki so leingi, áðrenn vit í staðin kunnu halda eyguni her heima á klettunum, ístaðin fyri at skula líta út í stóru verð.
Á páskum komandi ár skulu eini 15 føroysk ungfólk nevnliga til New York, har tey skulu royna seg á stórari framsýning. Áðrenn tey eru komin somikið langt, hava tey verið ígjøgnum ymsar royndir, har tey hava víst, hvør dugur er í teimum, og líkt er til, at lærari teirra úr Íslandi, hevur verið nøgd við tað, sum hon hevur sæð.
Saman við uml. 50 íslendskum ungdómum, fara føroyingarnir á framsýningina, sum møguliga kann gerast júst tann sýnisgluggin, sum tey hava brúk fyri í teirra royndum at koma nærri dreymatilveruni.
Talan er tó ikki altíð um nakra dreymatilveru, og longu nú, áðrenn nakað er hent, hava tey fingið greiðar reglur fyri, hvat tey kunnu, hvat tey ikki kunnu, og ikki minst, hvat tey skulu gera.
Ein av hesum ungfólkum, sum verða at síggja í stóra súreplinum í páskafrítíðini ár 2000, verður 16 ára gamla Óluvá Johannesen úr Havn. Yngd hevur hitt hana, og hava vit fingið okkum eitt lítið prát við fittu gentuna. Sjálv hevur hon tó ikki tær stóru vónirnar til hetta, men, sum hon sigur, tekur bara alt hetta sum eina velduga uppliving.
Annars hava vit nú fyri fyrstu ferð fingið okkurt sendani frá lesarunum, og er hetta sjálvandi at fegnast um. Ikki færri enn trý innsløg hava vit fingið hesu ferðina, so nú er bara at vóna, at standardurin verður hildin komandi vikurnar. Best hevði sjálvsagt verið, um tað vóru somikið nógv, at vit ikki fingu prentað alt. Soleiðis er tó ikki, og sleppa tískil øll innsend brøv í blaðið.
Studentarskúlanæmingar fáa aftur nú høvið til at lesa sær vit í »Vitanum«, og vónandi verður talan ikki bert um tað einu útgávuna.
Eisini hava vit sum vanligt fløguummæli og hitlistar, so hjá lesaranum er bara at leggja í vaðið. Er nakað, sum tit halda kundi verið gjørt betur, er bara at senda okkum nøkur orð. um hetta. Møguliga fáa vit eftirlíka tínum ynski, og møguliga ikki, men í hvussu so er, er týdningarmikið hjá okkum at vita, hvat tit halda um blaðið.









