Hetta ljóðar kanska einfalt, men alt rákið við Ny Nordisk Køkken-symposium sum Claus Meyer tók stig til í 2004, Ny Nordisk Mad við Norðurlandaráðharraráðið í 2005 og noma sum millum heimsins bestu matstovur í 2008 hevur fingið Nordea Grunnin at spýta 100 milliónir krónur í OPUS-verkætlanina, sum læknin og granskarin Arne Astrup hevur tikið stig til og skal standa fyri á bio-vísundaliga fakultetinum á Københavns Universitet.
Við vísindaligum royndum fara teir næstu fimm árini at kanna heilsugóðar eginleikar, góðan smakk og burðardygd í einans norðurlendskum mati og síðani seta saman nýggj norðurlendsk kostráð, ið skal koma øllum børnum og vaksnum til gagns í Norðanlondum. Og sum nevnt fer OPUS eisini at hugsa um umhvørvið. Hvussu matframleiðslan kann skipast á betri hátt. Serliga verður hugsað um landbúnaðin.
Nógv spennandi fólk hildu áhugaverdar fyrilestrar á ráðstevnuni. Jan Krag Jacobsen, lektari á RUC, Claus Meyer, adjungeraður professari á KU LIFE, Kim Fleischer Michaelsen, professari á KU LIFE, Arne Astrup, professari á KU LIFE, Elling Bere, føðslugranskari á Agder Universitet (Noreg), Tor Nørretranders, rithøvundur, Lars Ove Dragsted, professari á KU LIFE, Bi Skaarup, søgufrøðingur, Per Kølster, bryggjari og bóndi, Thomas Harttung frá fyritøkuni Årstiderne, Anne-Birgitte Agger frá Københavns Madhus og Steen Nepper-Larsen, heimsspekingur á Århus Universitet.
Fyrilestrarnir snúði seg bæði um granskingarúrslit um hvat er heilsugóður matur og hvussu vit í norðanlondum hava etið áður og hví vit eta sum vit gera í dag.
Fólkini handan OPUS tykjast vera vís í, at serlig evni finnast í norðurlendskum mati, ið bæði kunna geva okkum góða heilsu og smakk-upplivingar.
Tað verður í hvussu so er spennandi at fylgja við á hesum øki. Kanska Føroyar kunna geva eitt íkast við heilsugóðum norðurlendskum kosti.
Claus Meyer spurdi meg hvørt nakar gjørdi burturúr føroysku berini í haganum, ið eftir øllum at døma eru sprenfull av vitaminum og mineralum.
Livst so spyrst.