New Mexico ógildar deyðarevsing

Sum tann 15. staturin í USA hevur New Mexico nú sett deyðarevsing úr gildi Guvernørurin í New Mexico, demokraturin Bill Richardson, skrivaði í nátt undir eina lóg, sum setir deyðarevsing úr gildi í statinum.

Fyrr í vikuni samtykti kongressin í statinum eitt uppskot, at lívlong fongsulsrevsing verður tann harðasta revsingin í framtíðini.

Deyðarevsingin er bara brúkt eina ferð í New Mexico, síðani hon bleiv sett aftur í gildi í USA í 1976. Tvey fólk, sum hava fingið deyðadóm, sita í fongsli í statinum.

Bill Richardson segði í nátt, at hann kendi tað sum ein persónligan sigur at skriva undir lógina, sum ógildar deyðarevsing. Guvernørurin hevur leingi verið talsmaður fyri at taka deyðarevsingina av.