##med2##
Føroysku U19 flogbóltsmennirnir taptu eisini báðar teir innleiðandi dystirnar í NEVZA kappingini, ið er í Finnlandi hetta vikuskiftið.
Men føroysku U19 mennirnir megnaðu so at vinna eitt sett móti bæði Svøríki og Noregi.
Føroyar-Svøríki 1-3 (14-25, 25-23, 8-25, 12-25)
Føroyar-Noreg 1-3 (22-23, 23-25, 25-23, 17-25)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í settinum Føroyar vunnu á Svøríki. Hannelena Simonsen var viðmerkjari.
2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við venjaran, Hans Simonsen aftaná 1-3 tapið móti Svøríki.
3) Hoyr Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í settinum Føroyar vunnu á Noregi.
4) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Hans Simonsen og Jón Weihe Simonsen aftaná 1-3 tapið móti Noregi.
Tað er meira tapið móti Noregi enn tapið móti Svøríki Hans og Jón iðra seg um. Móti einum sterkum svenskum liði var tað á einari leið at vinna eitt sett. Men móti Noregi har liðini vóru nógv javnari átti føroyska liðið at fingið meir burturúr.