Nevningating um narkosmugling

Eitt nevningating í føroya rætti fór i morgun undir at viðgera málið móti móti tveimum ungum litavum, sum hava sitið varðhalsfongslaðir í Havn hálvt ár Tað gekk ein góð løta, til viðgerðin av málinum fór í gongd, tí tað tekur sína tíð at greiða nevningum frá uppgávuni, og so skulu teir eisini leggja lyfti um, at teir fara at døma út frá bestu sannføring.

Litavarnir á ákærubonkinum eru ávikavist 22 og 24 ára gamlir. Teir vóru ikki sjónliga ávirkaðir av at hava sitið innlistir í seks mánaðir, harav ein stóran part av tíðini avbyrgdir.

Menninir eru ákærdir fyri at hava smuglað umleið 4200 ecstasy-tablettir og 2781 av tí sterka evninum methamfetamin til føroya.

Rúsevnini vóru væl krógvað í bilinum.

Ákæruvaldið krevur menninar dømdar við fongsulsrevsing. Verða teir funnir sekir, kunnu teir dømast upp í 10 ára fongsulsrevsing.

Á middegi var viðgerðin ikki komin longir enn, at annar litavin hevði givið ein part av síni frágreiðing