Fyrrapartin hevur sorinskrivarin Henrik Møller givið nevningunum í Piddamálinum vegleiðing, nú teir skjótt skulu taka støðu til, um teir halda tann ákærda mannin vera sekan ella ikki.
Vegleiðingin lá rættiliga tætt upp at tí, sum ákærin hevur ført fram, men hann tók eisini við nógv av tí, sum verjin hevur sagt, sigur Leo Poulsen, sum hevur fylgt rættarmálinum fyri Miðlahúsið.
Dómarin er farin at ganga teir mongu spurningarnar í gjøgnum fyri nevningunum, men nær nevningarnir koma til nakað úrslit, er ógjørligt at siga enn.
Tekning: Janus Dam Guttesen










