Nevndirnar umskipast

Tórshavnar býráð noyðist at umskipa fleiri nevndir, eftir at Bogi Andreasen er farin úr Tjóðveldisflokkinum yvir í Fólkaflokkin

Á fundinum hóskvøldið verða umfatandi broytingar gjørdar í nevndunum undir Tórshavnar býráð. Broytingarnar verða gjørdar, tí Bogi Andreasen fór úr Tjóðveldisflokkinum yvir í Fólkaflokkin, úr samgongu í andstøðu.
Í teimum stóru nevndunum hevur samgongan fýra av fimm sessum, men noyðist nú av við ein.
Í onkrari nevnd noyðist Tjóðveldi helst av við ein sess, sum Bogi Andreasen so fær.
Bogi Andreasen hevur verið formaður í byggi- og býarskipanarnevndini. Nú má nýggjur formaður veljast.
- Nú verður telvað, men vit fáa ikki at vita, hvussu úrslitið verður fyrr enn hóskvøldið, sigur Heðin Mortensen.
Av tí at Bogi Andreasen er valdur fyri fýra ár eins og borgarstjórin, heldur hann fram sum varaborgarstjóri, tí hann hevur ikki sagt seg frá. Sostatt fer minnilutin bæði at eiga 1. og 2. Borgarstjóra.