Nevndin vil hava løn

Á aðalfundinum í Útvarpshøllini fer nevndin hjá FSF at leggja fram uppskot um at avtaka regluna, sum sigur, at nevndarlimir ikki fáa samsýning fyri arbeiði teirra

Fótbóltsfundur

Tvey uppskot um lógarbroytingar verða lagdar fyri aðalfundin hjá FSF leygardagin.
Sum vit skrivaðu í leygardagsútgávu okkara kundi roknast við, at B71 fór at seta fram upskot um at broyta dystirnar um upp- og niðurflyting, soleiðis at talan her bert verður um tann eina dystin.

Løn fyri stríðið
Hitt uppskotið til broytingar kemur frá nevndini, sum ætlar at broyta grein 8 í reglunum fyri FSF. Her ljóðar ein setningur í verandi lógini, at »Nevndarlimir fáa onga løn fyri starv síni« men nú vil nevndin hava hesa grein strikaða.
Hvørt nevndarlimirnir í FSF skulu hava samsýning fyri virki sítt er ein spurningur, sum fleiri ferðir áður hevur verið viðgjørdur, men tó ongan tíð í hesum foruminum. Og tí er einki at ivast í, at tað fara at verða sera ymsar fatanir av málinum millum ymsu feløgini.
At nevndarlimir nýta stóran part av frítíð síni til nevndararbeiðið, er einki at ivast í, og fyri fleiri man tað heldur ikki tykjast annað enn rímiligt, at samsýning av onkrum slag verður latin afturfyri. Hinvegin hevur fíggjarstøðan hjá FSF verið alt annað enn góð seinnu árini. Eginpeningurin í seinasta roknskapi varð mest sum bjargaður av, at FSF samtykti liðugtgerðina av bygninginum við Tórsvøll ? og harvið tryggjaði sær rætt til miliónastuðul frá FIFA og UEFA ? men hinvegin er fjørða í kassanum við tøkum peningi. Lutakastið í inniverandi EM-undankapping var einasta bjargingin fyri framhaldandi landsliðsaktiviteti á øllum stigum, og so er spurningurin, í hvønn mun, feløgini vilja vera við til at fíggja ein dýrkandi yvirbygna. Tann avgerðin fellur á aðalfundinum, men undan atkvøðugreiðsluni er einki at ivast í, at fleiri spurningar skulu svarast.