Ráðið fyri Ferðslutrygd hevði ársfund í Perluni í Havn 26. apríl.
Sum siður er, var fakligt evni fyrst á skrá, har evnið hesaferð var gáloysni í ferðsluni. Eftir at átakið hjá RFF í samstarvi vid Tryggingarfelagið Føroyar varð viðgjørt og eftirmett, hevði Jon Schwartz fra Rådet for Sikker Trafik í Danmark upplegg um teirra átak,'Kør bil når du kører bil'.
Hereftir var aðalfundur við ársfrágreiðing, roknskapi og øðrum føstum innihaldi. Millum annað høvdu umboð frá Tórshavnar kommunu framløgu um sina ferðslutrygdarætlan.
Val var til starvsnevndina, har Kári Thorsteinsson og Armgarð Steinhólm vórðu afturvald sum formadur og næstformaður, meðan Eiler Fagraklett og Páll Poulsen vórðu afturvaldir í starvsnevndina og Evelyn Gaard vard nývald.