Á nevndarfundi í kvøld 17. mai, hevur nevndin í OM skipað seg.
Heri Kjærbo heldur á fram sum formaður, Jens Christian Olsen er valdur nýggjur næstformaður, Absalon Áargarð heldur fram sum skrivari, Randi Joensen er vald til kassameistara og Hendrik Mellemgaard er nevndarlimur.
OM stendur fyri Operation Mobilisering. Felagsskapurin rekur millum annað trúboðaraskipið Logos Hope, sum er gamla Norrøna, og skipar fyri Teen Street. Hvørt ár fara hundraðtals føroyingar á Teen Street í Týsklandi.