Brádliga stjóraskiftið í Atlantsflog í gjárkvøldi kom sera óvart á Lassa Klein. Sum landsstýrismaður á økinum hevði Lasse Klein sín stóra leiklut, tá Atlantsflog varð stovnað fyri góðum 25 árum síðani, hin 28. mars 1988. Hann hevur tí við áhuga fylgt gongdini í felagnum líka síðani.
- Eg má siga, at eg var sera ovfarin av tí, sum hendi seint leygarkvøldið, sigur Lasse Klein.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin stendur spyrjandi.
- Eg haldi at talan er um eina ógreiða útmelding frá nevndini. Sagt verður, at tørvur er á einari nýggjari kós, men einki um, hvør henda kósin skal vera. Samstundis fáa vit at vita, at nýggi stjórin bara er settur fyribils í 1-2 ár. Hetta hongur illa saman, sigur Lasse Klein.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin minnir á, at allir føroyingar eru partaeigarar í Atlantsflog umvegis landskassan. Og hartil er felagið skrásett á virðisbrævamarknað.
- Felagið hevur ikki brúk fyri tílíkum, ógreiðum útmeldingum, sigur Lasse Klein og heldur fram:
- Er hetta eitt lívsneyðugt stig at taka fyri felagið júst nú, spyr Lasse Klein og svarar sjálvur:
- Nei, tað síggja vit so ikki í tí frágreiðing, sum nevndin higartil hevur givið. Nevndin hevur eftir mínum tykki skyldu at geva Føroya fólki eina neyva og góða frágreiðing, sigur Lasse Klein avgjørdur.