Týskvødlið hevði Krabbameinsfelagið aðalfund. Á skránni var nevndarval.
Fyri vali stóðu Agnar á Dul, Katrin Kallsberg og Jákup N. Olsen. Tey vóru øll afturvald fyri eitt tvey ára skeið.
Nevndin hevur skipað seg við Jákup N. Olsen, sum formanni, Aibritt á Plógv, næstformaður, Agnar á Dul, kassameistari. Hini í nevndini eru Katrin Kallsberg og Sonja Nielsen. Tiltakslimir eru Martin Joensen og Johan Poulsen.
Ársfrágreiðingin kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER
Í frágreðingini segði Jákup N. Olsen, formaður, millum annað:
»Vit eru errin av, at Krabbameinsfelagið hevur so stórt álit millum føroyingar. Her verður hugsað um bæði myndugleikar, privatpersónar, sjúklingar og avvarðandi. Vit gera okkara besta, fyri at liva upp til hetta álitið. Men tað, sum er lívæðrin í felagnum, er tað munagóða arbeiðið, sum øll tey sjálvbodnu gera.
Eitt tað mest sjónliga og mest umrødda átakið hjá Krabbameinsfelagnum í 2013 var fyrireikingin til súkkluátakið Team Rynkeby Føroyar. Ein bólkur av føroyingum skal á sumri í 2014 súkkla saman við Team Rynkeby úr Danmark til París. Krabbameinsfelagið valdi at taka lut í samstarvinum, tí stuðulsátakið er beinleiðis í tráð við andan og kjarnuvirðini í felaganum. Tað passar eisini væl til høvið, at 35 súkklarar fyrireika seg at súkkla til París, nú felagið fyllir 35 ár í 2014.
Sum formaður í Nordisk Cancer Union var eg í september 2013 á fundi í Føroyum við “Velfærdsudvalget”, sum er ein nevnd undir Norðurlandaráðnum. Endamálið var at fáa eitt tættari samstarv á krabbameinsøkinum. Á fundinum greiddi eg frá, hvussu samstarvið millum Nordisk Cancer Union, Norðurlandaráðið og Norðurlendska Ráðharraráðið kann mennast í framtíðini.
“Velfærdsudvalget” vísti einum framtíðar samstarvi við Nordisk Cancer Union stóran áhuga. Úrslitið var, at Norðurlandaráðið viðgjørdi uppskotið, sum var gjørt í samráð við Høgna Hoydal og Helga Abrahamsen, løgtingsmenn og limir í Norðurlandaráðnum, og formannin í NCU. Uppskotið varð síðani einmælt samtykt á fundi í Norðurlandaráðnum í stórtinginum í Oslo í oktober 2013.
Norðurlendska samstarvsavtalan er eftir míni metan størsta avrikið í 2013. Tí hetta er við til at tryggja bæði verandi og framtíðar sjúklingum betri viðgerðarmøguleikar. Avtalan styrkir eisini granskingina innan krabbamein.«