Føroyingafelagið í Odense leggur saman við róðrarfelagnum Sleipnir
Leygardagin varð boðið til aðalfundar í Føroyingafelagnum í Odense. Um 20 limir møttu, og er hetta ivaleyst met í hesum tíðum.
Fundurin varð hildin í stásiligu hølunum í nýggja norðurlandahúsinum á Bryggjuni í Odense.
Viðtikið varð at leggja saman við róðrarfelagnum Sleipnir, og fer hetta óiva at styrkja um felagið bæði á ein og annan hátt. Ímillum 60 og 70 limir er í Føroyingafelagnum í Odense í løtuni, og tá ið samanleggingin gerst veruleiki, fer limatalið væl upp um 100.
Nevndin hevur skipað seg, og formaður er Guðrið Nattestad. Næstformaður er Sára Tummasardóttir, kassameistari er Rani Lagfoss, skrivari er Jákup Olaf Jacobsen, nevndarlimur er Ari Bjarkason. Eykalimir eru ávikavist Aref Olsen og Sunnrið Iversen.