John Johannessen
Landsstýrismálanevndin hevur ikki skyldu at seta ein kanningarstjóra at koma við einari niðurstøðu í sambandi við kanningina av embætisførsluni hjá Helenu Dam á Neystabø.
Hetta staðfestir Anfinn V. Hansen, advokatur, saman við øðrum advokatum, sosialurin hevur tosað við.
Grundarlagi undir hesi niðurstøðu er tað sama, sum grundarlagi undir ákærunum frá løgmanni um, at landsstýrismálanevndin hevur brotið stýrisskipanarlógina.
Í grein 38, stykki 2 í stýrisskipanarlógini stendur nevniliga, at landsstýrismálanevndin kann krevja, at løgtingsformaðurin setir ein kanningarstjóra, um hon hevur illgruna um, at landsstýrismaðurin hevur borið seg óregluliga at.
Kann merkir kann
Advokatarnir eru samdir um, at hetta merkir, at landsstýrismálanevndin kann seta ein kanningarstjóra, um hon metir tað vera neyðugt.
Landsstýrismálanevndin hevur ikki, eins og løgmaður sigur, skyldu at heita á løgtingsformannin um at seta ein kanningarstjóra.
Tí er tað skeivt, tá løgmaður ákærir landsstýrismálanevndina fyri at hava brotið stýrisskipanarlógina í málinum um embætisførsluna hjá Helenu Dam á Neystabø.
Landsstýrismálanevndin hevur nevniliga, sambært løgfrøðingunum, fullan rætt at gera av, hvussu hon veldur at enda eitt slíkt mál.
Tá landsstýrismálanevndin er liðug við málið, er tað upp til politiska myndugleikan at gera av, hvat víðari hendir. Sostætt liggur bólturin nú hjá løgmanni.
Ikki neyðugt við niðurstøðu
Anfinn V. Hansen, advokatur, vísir saman við øðrum advokatum á, at tað ikki er neyðugt hjá landsstýrismálanevndini at leggja nakra konkreta niðurstøðu fyri politiska myndugleikan í slíkum málum.
Spurningarnir í frágreiðingini frá skrivaranum hjá landsstýrismálanevndini eru nóg góður endi á viðgerini hjá landsstýrismálanevndini í hesum máli, siga advokatarnir.
Hvørja avleiðin spurningarnir, ið sáa iva um embætisførsluna hjá Helenu Dam á Neystabø, fáa, er ein spurningur, ið antin løgmaður ella løgtingið eiga at taka støðu til, gera advokatarnir púra greitt.
Advokatarnir vísa á, at løgmaður við grundarlagi í hesum spurningum kann koyra landsstýrismannin frá, men hann hevur kortini ikki skyldu til tess. Teir vísa á, at talan í veruleikanum er um, hvat politiskt verður mett sum brot á landsins lógir.Í Leipzig økinum búgva hálv onnur millión, og øll liðini, sum teir høvdu við í kappingini, eru langt síðani send til hús, staðfestir føroyski venjarin, og tað sær út til, at tey aðra staðni í Týskalandi halda tað sama sum hann. Fyri ungu menninar verður møguliga ferðin til Køln komandi ár ein stór gularót. Tað er einki at ivast í!
Uttan mun til hvussu tað gekk seinnapartin í gjár, so kemur føroyska liðið aftur til Føroya í morgin. Semifinlurnar og finalan verða spæld í dag.
jh