Fríggjadagin 5. november varð aðalfundur hildin í Ferðavinnufelagnum. Á aðalfundinum stóðu tríggir nevndarlimir fyri vali; tey vóru Jákup Sverri Kass, formaður, Henny á Líknargøtu, næstformaður og Finn Johannesen. Tey vóru øll trý afturvald fyri tvey ár. Hinir nevndarlimirnir í Ferðavinnufelagnum eru Fríðun Jacobsen og Jóhanna Rasmussen.
Á aðalfundinum hevði Ferðavinnufelagið vitjan av Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn og Finn Johannesen, stjóra í Sp/f Vilt, ið varð kosið til Ársins Átak á Vinnudegnum í ár.
Heðin Mortensen greiddi frá, hvørjar møguleikar Tórshavnar kommuna sær í ferðavinnuni, og hvønn leiklut kommunan hevur í at menna karmar og tænastur til ferðafólk.
Finn Johannesen greiddi frá virkseminum hjá Sp/f Vilt, og hvørjar møguleikar hann sær fyri víðari menning av ferðavinnuvirkseminum, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.










