FA-Aðalfundur
Á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið, fekk nevndin álitisváttan.
Tríggir nevnarlimir stóðu fyri vali og teir vórðu allir tríggir afturvaldir.
Teir, sum stóðu fyri vali, vóru Georg F. Hansen, næstformaður, úr Miðvági, Agnar Olsen úr Hósvík, Sunrid Vang úr Froðba og Margretha Rasmussen úr Fuglafirði og tey vórðu øll trý afturvald.
Hini trý í nevndini í Føroya Arbeiðarafelag, eru Karla Einarsson úr Runavík, Poul Juul Festirstein av Eiði og Ingeborg Vinther, forkvinna.
Annars fekk felagið ein nýggjan tiltakslim og tað er Maud Túgvustein úr Fuglafirði, sum er triði nevndarlimur. Hon varð vald fyri Jan Nielsen úr S&K, sum ikki tók við afturvali, eftirsum S&K fer úr Føroya Arbeiðarafelag á nýggjárinum.
Fyrsti tiltakslimur er Jógvan Páll Johannesen úr Haldórsvík og annar tiltakslimurin er Osmund Berg úr Skopun