Katrin Biskopstø og Anna Britt Eið vórðu báðar afturvaldar í nevndina, tá Almanna- og heilsurøktarfelagið hevði aðalfund týskvøldið Umframt tær báðar, sum søgdu seg taka við afturvaldi, stillaði Guðrið Klein eisini upp til nevndarvalið, men hon fekk ikki nóg nógvar atkvøður frá aðalfundinum til at koppa nakran av verandi limunum.
Nevndin er nú skipað soleiðis:
Jóhanna Køtlum, forkvinna, Anna Britt Eið, næstforkvinna, Katrin Biskopstø, Sunrid Berg og Eyðna Hansen. Umframt nevndina er skrivarin Tordis Fagradal.
Harumframt vórðu tveir tiltakslimir valdir. Tær eru Karin Eið og Guðrið Klein.