- Tað verður upp til nevndina at gera av, um Eik Banki fer at almannakunngera ta niðurstøðu, TAKS kemur til.
Tað sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka, tá vit spyrja hann, um bankin fer at vísa opinleika og almannakunngera ta niðurstøðu, TAKS kemur til - óansæð um tummilin vendir upp ella niður.
Í gjár kom fram, at Fjølmiðlanevndin ikki gevur Eik Banka viðhald yvirhøvur, eftir at Eik kærdi bæði Sosialin og Kringvarpið fyri dekningin av sonevnda skattamálinum, ið snýr seg um, um Eik hevur rætt til ella ikki at draga 90 milliónir krónur frá í sambandi við at nýggi Eik Banki bleiv til.
Vit hava spurt Súna Schwartz Jacobsen, forstjóra í Eik Banka, hvørja almenna viðmerking hann hevur til, at bankin ikki fekk viðhald frá Fjølmiðlanevndini í sínum kærum. Sí ljóðbrot undir myndini.