Nevndarvalið útsett

Enn er nevndin í Hondbóltssambandinum óbroytt. Nýggjur aðalfundur er ásettur til 24. mai

Aðalfundur

Í hósdagsútgávu okkara skrivaðu vit, at tað ivaleyst fór at verða so, at øll nevndin hjá Hondbóltssambandinum fór at leggja frá sær á aðalfundinum.
Hesin varð hildin leygardagin, men enn eru tað so somu persónar, sum manna nevndina, tó at hetta bert er fyribils skilst.
Talan var nevnliga ikki um nakað uppskot til nýggjar nevndarlimir. Sum skilst, so komst hetta tó ikki av, at tað ikki er gjørligt at fáa fólk til nevndararbeiðið, men heldur tí onkur av teimum, sum ivaleyst verða í uppskoti, vilja hava nakað av eyka tíð at umhugsa støðuna. Aðalfundurin tók tí undir við, at nýggjur fundur verður hildin 24. mai.

Ongar broytingar
Annars vóru tvey puntk á skránni. Framløga av roknskapinum, sum vísti eitt positivt úrslit, og so ætlaðar broytingar í kappingarreglunum.
Hetta seinna var eftir uppskoti frá Tjaldri, sum vildi hava, at talið av útlendskum leikarum varð lækkað úr trimum niður í tveir. Í evstu løtu varð hetta uppskotið tó tikið aftur av runavíkingunum, og eru kappingarreglurnar tí óbroyttar komandi árið.