Nevndarval, lógin um landsjrøð, skattamál og pensjónir

Tá løgtingið kemur saman klokkan hálvgum tíggju í morgun, er fyrsta málið á skránni uppskot um at velja tingnevndirnar av nýggjum. Enn er tó ógreitt, um meiriluti er á tingi til at fáa valt nevndirnar av nýggjum

Umframt nevndarmálið, so er á skránni uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð. Hetta er uppskot frá Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni í tilfeingismálum.

- Høvuðsorsøkin til hetta lógaruppskotið eru spekulasjónsvandar í galdandi landbúnaðarlóggávu, og at eigarin av ognini hevur avmarkaðan ræðisrætt yvir ognini. Høvuðsendamálið við uppskotinum er tí at broyta lógina soleiðis, at spekulasjónsvandin minkar ella hvørvur, og at eigarin av ognini fær ræðisrættin aftur, sigur Tórbjørn Jacobsen í viðmerkingum.

Hann vísir eisini á, at ásetingin í løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð, sum broytt við løgtingslóg nr. 98 frá 1. november 2007, sum serliga kann elva til spekulasjón í sambandi við festi av landsjørð, er, at festarar kunnu taka yvir ella keypa ognir á festinum til undirprís, m.a. bygningar, sambært § 6, stk. 1 og § 11, stk. 2. Tann veruleiki, at festibrøvini kunnu avhendast sbrt. § 4 í verandi lóg kann eisini elva til spekulasjón.

Uppskotið hevur ikki verið úti til hoyringar.

Triða málið á skránni er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti. Her er talan um uppskot frá Fólkaflokkinum.

- Landsstýrið legði í vár uppskot fyri Løgtingið um at hækka skattin frá 1. januar 2009. Uppskotið var samtykt við teprum meiriluta. Dýrtíðin hevur eisini lagt sína køldu hond yvir føroysku familjurnar. Olja, matur og aðrar neyðsynjavørur eru nógv hækkaðar í prísi. Tað kann tí ikki vera rímiligt at hækka skattin frá 1. januar, sigur Fólkaflokkurin í viðmerkingunum til uppskotið.

Flokkurin vísir á, at uppskotið tekur av aftur skattahækkingina, so skatturin verður tann sami komandi ár sum í ár.

Tá Landsstýrið legði uppskotið fyri í vár, metti tað, at fíggjarligu avleiðingarnar fyri 2009 vóru ein hækking í landsskattinum upp á 36 mió. kr. Fyri kommunurnar merkir uppskotið at kalla onga broyting. Verandi uppskot hevur, uttan mun til annað, við sær, at landið ikki fær hesar inntøkur. Men mett verður, at uppskotið fer at elva til, at fólk fara arbeiða meira enn, tey annars høvdu gjørt, og tí koma inntøkur landskassans kortini at vaksa.

Tað síðsta málið á skránni er eisini frá Fólkaflokkinum. Tað er eitt uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir. Flokkurin skjýtur upp, at mótrokningarprosentið, sum viðbótin til pensjónistar verður lækkað við, lækkar úr 60% niður í 30 prosent.

Skráin fyri tingfundin í dag er hendan:

Týsdagin 9. september 2008, kl. 9.30

1. Atkvøðugreiðsla um uppskot um at velja tingnevndirnar av nýggjum sambært § 26, stk. 1 í tingskipanini

2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 9/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð

Málið verður beint í Vinnunevndina

3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 10/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin)

Málið verður beint í Fíggjarnevndina

4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 12/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir

Málið verður beint í Trivnaðarnevndina.

5. Framløga